Í samband við, at nýggja dátuverndarlógin kom í gildi á nýggjárinum, hava vit fingið nógvar spurningar frá ítróttarfeløgum og sambondum um, hvussu tey skulu fyrihalda seg til lógina. Tí skipa vit fyri felags kunningartiltaki um hetta, og verður tað í høllini (aulan) í Venjingarskúlanum:

hósdagin 20. mai 2021 kl 19.00.

Katrin Thorsvig Hansen, stjóri á Dátueftirlitinum, kemur at greiða frá. Tit eru vælkomin at fyrireika tykkum uppá spurningar at seta Katrin, og evt. senda teir til ÍSF áðrenn fundin.

Øll ítróttarfeløg og sambond eru vælkomin – ikki neyðugt við tilmelding.