Her eru nakrir viðkomandi upplýsingar til ítróttafeløg og -sambond at leggja sær í geyma viðv. tryggingum av íðkarum, venjarum, hjálparfólkum v.m.

GG: Øll eru ikki fevnd av felags vanlukkutryggingini hjá ÍSF, og tí er neyðugt at øll feløg tekna lógarkravdu arbeiðsskaðatryggingina, sum hesi kunnu verða fevnd av.

Ein vanlukkutilburður er “ein brádlig hending, ið elvir til likamsskaða”. Felags vanlukkutryggingin hjá ÍSF fevnir um allar virknar limir og venjarar, t.e. limir í ítróttafeløgum undir ÍSF, sum hava limagjaldsviðurskifti síni í lagi og koma til skaða ímeðan teir luttaka í einari kapping ella venjing, eru fevnd av treytunum fyri vanlukkutrygging.

Umfatar IKKI: Teir spælarar, ið eru sáttmálasettir, og onnur, ið eru í starvi hjá felagnum.

Les meira um treytirnar HER

Tey, sum fella uttanfyri felags vanlukkutryggingina…
…eru vanliga fólk sum verða biðin um at hjálpa til í samband við eina kapping ella venjing.
Hesi fólkini/hjálpararnir kunnu verða fevnd av lógarkravdu arbeiðsskaðatryggingini, um talan er um, at tey gera veruliga nyttu í samband við venjing/kapping. Ein slík trygging kostar fyri t.d. eitt felag við 200 limum kr. 648,00 um árið.

Arbeiðsskaðalógin sigur, at fólk sum eru biðin til støðugt ella bráðfengis arbeiði, lønt ella ólønt eru fevnd av arbeiðsskaðalógini.

Tá fólk hjálpa til í samband við kapping/venjing er talan um ólønt arbeiði, men merkir tað ikki sjálvvirkandi, at tey eru fevnd av arbeiðsskaðalógini, talan skal verða um neyðugt arbeiði, og at talan er um at hjálpin er til verðuliga nyttu, hetta metur Føroya Vanlukkutryggingarráð um í hvørjum einstøkum føri.

Av tí at vit vita, at øll feløg biðja foreldur, ommur, abbar og onnur um at hjálpa til, tá talan er um venjingar/kappingar, meta vit at rættast er, at øll feløg tekna eina trygging fyri hjálparfólk. Hetta merkir tó ikki, at øll hjálparfólk eru fevnd av arbeiðsskaðalógini, men eru tey fevnd av arbeiðsskaðalógini og ongin trygging er teknað, skal felagið óansæð sambært arbeiðsskaðalógini grein 17 stk 1 og grein 21 stk 2 rinda manglandi trygggingargjald og endurgjaldið sum verður goldið til skadda, aftur til tryggingarfelagið, hetta kann lættliga blíva nógvir pengar at rinda aftur.

Viðmerkjast skal, at tað altíð er Føroya Vanlukkutryggingarráð sum tekur støðu til arbeiðsskaðamál, og um skaðin hoyrir undir arbeiðsskaðalógina.

(mynd: Annie Spratt á Unsplash)