Atlantic Airways er ein av høvuðsstuðlunum í sambandi við oyggjaleikirnar í summar, og eins og til undanfarnu leikir, verður tað føroyska flogfelagið, ið fer at flúgva íðkarar, venjarar og onnur beinleiðis til Gibraltar.
“Oyggjaleikirnir eru ein av teimum stóru ítróttakappingunum fyri føroysk ítróttarfólk, har sera nógvar ítróttagreinir eru umboðaðar við nógvum luttakarum, og tí er tað sera kostnaðarmikið at vera við. Tí fegnast vit um stuðulin og vælvild frá Atlantic Airways, og sjálvandi gerst tað eisini munandi meiri smidligt, umframt at vit spara nógva orku og tíð, tá ið íðkararnir kunnu ferðast beinleiðis,” sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.
Atlantic Airways flýgur føroysku íðkararnar aftur og fram í sambandi við oyggjaleikirnar, sum verða 6. – 12. juli 2019.
“Vit eru sera fegin um at kunna gera okkara fyri at stuðla føroysku luttøkuni á Gibraltar í summar. Føroysku íðkararnir hava nógvu seinastu árini staðið seg sera væl á leikunum, og yvirhøvur eru bæði luttøka og góðu úrslitini við til at seta Føroyar á heimskortið,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.