Føroyski ítróttaheimurin kennir seg ótryggan

Ein ótryggleiki, sum tarnar fría ítróttalívinum, hevur plantað seg í sambondunum undir ÍSF, eftir at tað frættist, at stuðulin til ítróttin lækkar 11 prosent í 2021, um landsstýrið ikki hækkar játtanina. Tað vísa afturmeldingar, sum ÍSF hevur fingið frá sambondunum 

 

Fjáltur er á føroyska ítróttaheiminum, har ein køvandi ótryggleiki hevur plantað seg, eftir at tíðindini bórust um, at stuðulin til sambondini minkar 11 prosent, um almenna játtanina til ítróttin ikki økist minst 1,5 milliónir krónur í 2021. Tað vísa afturmeldingar, sum ÍSF hevur fingið frá sambondunum og ítróttafólkum sum heild.

Sambondini óttast eisini fyri, at komandi ár harumframt verður fíggjarliga tungt, tí ein avleiðing av korona-kreppuni verður, at tað verður truplari at fáa pening frá privatum sponsorum. Tískil kann hugsast, at samlaði stuðulin til einstøku ítróttagreinarnar minkar meira enn tey 11 prosentini, sum er avleiðingini, um almenna játtanin ikki hækkar.

Parasport Føroyar boðar frá, at í fyrstu atløgu fer hetta at ávirka breiddarítróttin. Orsøkin er heilt einfalt, at tað ikki ber til at steðga úrvalsarbeiðinum, uttan at tað fær stórar fylgjur fyri møguleikan at vera við millum tey frægastu langt fram í tíðina. Samstundis ásannar Parasport Føroyar, at hetta er stokkutur hiti fyri úrvalsítróttin, tí tað er áhaldandi neyðugt at seta við og arbeiða við breiddini, um úrvalsítróttinum skal verða lív lagað.

Róðrasamband Føroya harmast um støðuna, tí sambandið hevur eitt stórt arbeiði fyri framman at tryggja FM-róðrinum bestu umstøður – umframt at halda fram við góðu gongdini við landsliðsarbeiðinum í inniróðri og altjóða luttøku í coastal rowing. Stóra málið er at hava føroyska umboðan í coastal rowing í OL 2024, og tí hevur Róðrarsambandið keypt tveir nýggjar coastalbátar til tveir persónar. Vandi er fyri, at menningin av coastal rowing steðgar upp, um stuðulin til ítróttin minkar.

Hondbóltssamband Føroya staðfestir, at ein lækking á 11 prosent sammett við 2020 svarar til 276.000 krónur. Tað eru pengar, sum kunnu brúkast til eina U-landsliðskapping, allar A-landsliðsvenjararnar, leikaramenningina, talgildu heildarskipanina ella okkurt annað, sum starvsnevndin noyðist at skera burtur. Undir øllum umstøðum verður talan um eitt munandi afturstig fyri føroyskan hondbólt. Hondbóltssambandið vísir á, at stuðulin frá landinum til føroyskan ítrótt hevur als ikki flutt seg samsvarandi menningini seinastu 17 árini, har samlaða virksemið hjá ÍSF og sersambondunum er nærum tvífaldað. Í 2003 var stuðulin tilsamans 6,85 milliónir krónur, og í 2020 eru settar íalt 9,95 milliónir krónur av til ítrótt á fíggjarlógini.

Bogaskjótisamband Føroya vísir á, at lækkingin fer at merkjast í øllum bólkum, av tí at ungdóms- og vaksnamannakappingar uttanlands eru stórur partur av virkseminum. Góðir og tryggir fíggjarligir karmar eru ein treyt, um ítrótturin skal trívast og gagna øllum føroyingum.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon heldur, at landsstýrið hevur sent føroyska ítróttaheiminum eitt margháttligt signal. Tørvur er á stuðli til at økja venjingartilboðini til limirnar og at bjóða hægri góðsku í venjingunum við at seta venjarar. Fyri okkara ítróttargrein, sum ikki hevur møguleika at fáa inntøkur frá áskoðarum ella kappingum, hevur stuðulin alt at siga, er niðurstøðan hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

Skjótisamband Føroya vísir eisini á skeiva signalið, sum landsstýrið sendir ítróttaheiminum. Tað er ómotiverandi og eitt ringt signal at senda øllum teimum sjálvbodnu, sum gera eitt stórt og ólønt arbeiði. Tað skal ikki sparast í ítróttinum, tí hann er savnandi, mennandi og gagnar felagsskapinum. Haraftrat er ítrótturin við til at seta Føroyar á heimskortið sum ein stolt tjóð við egnum flaggi, egnum máli, mentan og siðum.

ÍSF er í tøttum samskifti við sambondini um støðuna. ÍSF hevur eisini heitt á politisku skipanina um at fáa fund í lag, at viðgera fíggjarligu trupulleikarnar hjá føroyskum ítrótti nærri.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya