Fróðskaparsetrið og Ítróttasamband Føroya bjóða til spennandi ráðstevnu um ítrótt og rørslu:

Kom við, hoyr, og fá íblástur til, hvussu vit øll – í barnagørðum, skúlaverkinum, ítróttarfeløgum og kommunum – kunnu skapa karmar, sum stuðla ítrótti, rørslu og trivnaði í okkara samfelag.

Á skránni eru framløgur frá bæði føroyskum og altjóða granskarum, ið lýsa nýggjastu kanningar og arbeiðið innan ítrótt, heilsu og trivnað. Íðkarar deila sínar persónligu royndir, og stovnsleiðarar greiða frá arbeiðinum at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin. Harumframt verður ein framløga um nýggju høllina Við Tjarnir, og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð til gransking og menning innan ítrótt, heilsu og vælveru fyri allar føroyingar – børn, ung og eldri í Føroyum.