Ítróttafeløg og sambond innan ítróttin kunnu søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur, eftir at løgtingið í apríl oyramerkti 3,5 milliónir krónur til endamálið
Feløgini ella sambondini kunnu hava mist inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.
Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19 (hjálparpakki 2). Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 10.000 krónur. Tíðarskeiðið at søkja stuðul er fyri mistar inntøkur 1. juli 2020 – 31. mai 2021.
Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið fýra milliónir krónur í inntøkum.
Ítróttafeløg og sambond undir ÍSF fingu í dag, tann 8. juni 2021, umsóknarskjal um covid-19 stuðul.
Freistin at søkja stuðulin er tann 27. juni 2021.
Reglugerð korona stuðul fyri mistar inntøkur
Vinaliga
Ítróttasamband Føroya