Tilsamans 1.864.400 krónur vórðu í dag handaðar úrvalsíðkarum frá átta sambondum.

Í samband við handanina helt Jenis av Rana landstýrismaður við ítróttamálum røðu.

Millum innkomnu umsóknirnar um stuðul í 2020, hevur nevndin í Úrvali samtykt at býta methøgu úrvalsupphæddina millum 15 einstaklingar og lið.

Svimjisambandið eigur samanlagt størstu upphæddina. Har fáa fýra einstaklingar – Signhild Joensen, Vár E. Eidesgaard, Rókur Trygvason og Róland Toftum – stuðul, umframt at SSF fær 50.000 krónur til yngri úrvalssvimjarar.

Flogbóltssambandið og Hondbóltssambandið fáa stuðul til samanlagt trý ungdómslandslið, og harumframt verður stuðul eisini latin til fimleik, frælsan ítrótt, súkkling, taekwondo og paraítrótt.

Millum móttakararnar eru fleiri, ið áður hava fingið stuðulsupphædd, men eisini eru fleiri, sum ikki hava fingið fyrr.

Rennarin Rebekka Fuglø er ein teirra, ið á fyrsta sinni hevur fingið úrvalsstuðul. Hon fekk í dag handað 80.000 krónur, sum fyri hana gera stóran mun.

– Pengarnir geva mær møguleika fyri at fara á fleiri venjingarlegur og til fleiri kappingar uttanlands. Umframt at tað kann menna og styrkja meg sum rennara, so er stuðulin og tann viðurkenningin, sum liggur í honum, eisini motiverandi; tað motiverar meg til at leggja enn meira fyri, enn eg longu geri, sigur Rebekka Fuglø.

Hesi hava fingið úrvalsstuðul í ár:

FBF, kr. 200.000

– U17 dreingir, kr. 100.000

– U17 gentur, kr. 100.000

FFS, kr. 245.000

– Rani Allanson Dalsgarð, kr. 150.000

– Manslandsliðið í amboðsfimleiki, kr. 95.000

FÍF, kr. 130.000

– Rebekka Fuglø, kr. 80.000

– Kastigentur, kr. 50.000

HSF, kr. 300.000

– U02 menn

Parasport, kr. 150.000

– Hávard Vatnhamar, kr. 150.000

SSF, kr. 569.400 

– Signhild Joensen, kr. 150.000

– Vár Eidesgaard, kr. 150.000

– Rókur Trygvason, kr. 122.400

– Róland Toftum, kr. 97.000

– Yngri úrvalssvimjarar, kr. 50.000

SST, kr. 120.000

– Torkil Veyhe, kr. 120.000

TSF, kr. 150.000

– Høgni Kunoy Dávason, kr. 150.000