Á aðalfundinum hjá ÍSF 29. mai 2021 varð samtykt reglugerð um íðkaranevnd. Íðkaranevndin skal umboða sjónarmiðini hjá aktivu íðkarunum, og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum ÍSF og Úrval í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum. Formaðurin í íðkaranevndini fær sæti í starvsnevnd ÍSF.
Sambondini hjá ÍSF hava sent okkum yvirlit yvir teir íðkarar, sum hava valrætt/-bæri sambært treytunum í grein 3, stk. 1 í reglugerðini fyri Íðkaranevnd, sum eru: at ítróttarfólkið, tá tað er yvir 18 ár hevur umboðað sína ítróttagrein í millum- ella altjóða kappingum seinastu seks árini. Sambært somu grein stk. 2 lúka kappingar sum HM, EM, NM, Oyggjaleikir og kappingar, ið altjóða sambandið skipar fyri, treytirnar.
Hesir íðkarar hava fingið teldupost frá ÍSF um, at tey standa á yvirlitinum, og í næstum verður farið undir uppstilling og síðani verður valið skipað.
Er onkur, sum heldur seg uppfylla treytirnar, men sum ikki hevur fingið teldupost frá ÍSF, kann viðkomandi fylla út hetta skjalið og upplýsa
- 1) fult navn
- 2) føðidato
- 3) teldupost
- 4) viðkomandi kappingar, sum uppfylla treytirnar, tvs. heitið og árstal (GG: at íðkarin skal hava fylt 18 ár, tá viðkomandi kapping/ar fara fram)
Reglugerð fyri Íðkaranevnd sæst her: https://isf.fo/logir/reglugerd-idkaranevnd/