Innstillingar til ársins ÍtróttaÁTAK 2022 skulu vera inni 1. januar 2023 á midnátt. Øll kunnu innstilla til ÁTAKIÐ.

ÍSF fagnar einum ítróttarligum átaki, sum hevur skarað framúr undanfarna árið, og tí hevur uppiborið hendan heiður. Ársins ÍtróttaÁTAK hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Átakið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum.

GG: at tit greitt siga frá, á hvønn hátt átakið uppfyllir hesar treytirnar.

Arbeiðsgongd:

  • Ein og hvør kann innstilla eitt ítróttarligt átak, sum viðkomandi metir hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt
  • Nevnd Poul E Petersen´s tekur støðu til, hvat átak skal hava heiðurin sum ÁRSINS ÍtróttaÁTAK.
  • ÁRSINS ÍtróttaÁTAK verður latið til eitt átak hvørt ár. Nevndin kann taka avgerð um, at einki átak verður heiðrað
  • Ein treyt fyri at fáa heiðurin ÁRSINS ÍtróttaÁTAK er, at átakið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum
  • Vanligar kappingar ella venjingar verða ikki roknaðar sum eitt átak undir hesum leistinum

Vegleiðing til innstilling og grundgeving:

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru greiðar og væl orðaðar, og greiða frá,a hvønn hátt átakið uppfyllir lýstu treytirnar.

Meira um ÍtróttaFAGNAÐIN sæst her