Nú ber til at innstilla uppskot til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2022 – freistin er á midnátt 1. januar 2023.

Ársins felagsskapur ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði, og hevur:

  • dirvi at droyma stórt og/ella annaðleiðis
  • er eyðkent við síni nýhugsan
  • kann vísa á góð úrslit, men …
  • … tekur eisini breiddina við

Øll kunnu senda inn uppskot til ársins ÍtróttaFELAGSSKAP:

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022:

  • Ein og hvør kann innstilla eitt ítróttafelag ella -samband, sum tey meta hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt.
  • Starvsnevndin velur millum innstillingarnar ársins ÍtróttaFELAGSSKAP sambært leiðreglunum

Ársins ÍtróttaFELAGSSKAPUR er eitt samband ella felag undir ÍSF, sum hevur skarað framúr undanfarna árið. Tað er ein vælvirkandi felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir einum góðum og mennandi umhvørvi fyri síni limafeløg og/ella fyri teirra íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin v.m.

Vegleiðing til innstilling og grundgeving:

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru greiðar og væl orðaðar. Tvs. at tað verður væl lýst, á hvønn hátt, felagsskapurin lýkur treytirnar í reglugerðini.

Hava tit sent inn undanfarin ár, eru tit vælkomin at senda somu innstilling av nýggjum.

Meira um ÍtróttaFAGNAÐIN sæst her