Innstilling til ÍtróttaFYRIMYNDINA 2022

ÍSF heiðrar eini ítróttaFYRIMYND, sum við sínum góða lið- og felagsanda gevur sítt íkast til, at børn, ung og vaksin kunnu íðka sín ítrótt og njóta samanhaldið í lokalu feløgunum. Ársins ÍtróttaFYRIMYND er ein venjari, liðleiðari, stevnusamskipari ella okkurt heilt annað, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag. Viðkomandi hevur skarað framúr undanfarna árið, og hevur tí uppiborið heitið sum ársins ÍtróttaFYRIMYND.

GG: at tit greiða væl frá, hví tykkara fyrimynd skal fáa heiðurin í ár.

ÍtróttaFYRIMYNDIN er t.d. ein, sum:

  • Skapar gott vinarlag á liðnum ella í felagnum
  • Tekur sín ítrótt í álvara og er góð fyrimynd fyri onnur hesum viðvíkjandi
  • Hevur ein jaligan hugburð og góða orku
  • Syrgir fyri, at høllin er bíløgd til venjing ella kapping, t.d.
  • Altíð stendur klár/ur við vatnpostarnar
  • Kritar banan upp, so vit onnur kunnu spæla á honum
  • Ger, at felagið, liðini og limirnir arbeiða væl saman
  • Og/ella, sum á serligan hátt viðvirkar til samanhaldið í felagnum

Arbeiðsgongd:

  • Øll kunnu innstilla eina ítróttafyrimynd, sum tey meta hevur virkað fyri at fremja lið- og felagsandan á serstakan hátt í undanfarna árið
  • Nevnd Poul E Petersens tekur støðu til, hvør skal hava heiðurin sum ársins ÍtróttaFYRIMYND.
  • Ein fyrimynd verður kosin hvørt ár. Nevndin kann taka avgerð um, at eingin fyrimynd verður heiðrað

Vegleiðing til innstilling og grundgeving:

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru greiðar og væl orðaðar, og lýsa, á hvønn hátt átakið uppfyllir lýstu treytirnar.

Meira um ÍtróttaFAGNAÐIN sæst her