Nú er møguligt at innstilla persónar, sum tit halda hava uppiborið Heiðursskjal Poul E. Petersen 2024

Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2024 skulu vera inni 16. desember 2024 á midnátt.

Øll kunnu innstilla til Heiðursskjal Poul E. Petersen, umframt til Ársins: VENJARA, FELAGSSKAP, ELDSÁL og SÓLSTRÁLA. Sambondini og starvsnevnd ÍSF innstilla til Ársins NAVN og STJØRNUSKOT.

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt í ein mansaldur.

  • Leiðreglur
  • Øll kunnu innstilla (freistin er 16.12.24)

ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 1. februar 2025.

Yvirlit yvir allar heiðurslønir 2024