Nú er møguligt at innstilla eitt felag ella Samband, sum tit halda hevur uppiborið at verða ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2024
Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2024 skulu vera inni 16. desember 2024 á midnátt.
Øll kunnu innstilla til ÍtróttaFELAGSSKAPIN, umframt til: Ársins: VENJARA, ELDSÁL og SÓLSTRÁLA, umframt til heiðursskjal Poul E. Petersen. Sambondini og starvsnevnd ÍSF innstilla til Ársins NAVN og STJØRNUSKOT.
Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.
ÍtróttaFELAGSSKAPURIN:
er eitt samband ella felag undir ÍSF, sum hevur skarað framúr farna árið. Hetta er ein vælvirkandi og sunnur felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir eitt gott og mennandi umhvørvi fyri síni limafeløg ella íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin o.o. í ítróttinum. FELAGSSKAPURIN ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla (freistin er 16.12.24)
ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 1. februar 2025.