Mikukvøldið 7. februar skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í Vágoynni – í skúlanum á Giljanesi. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Vágum og Norðstreymoy. Endamálið við tiltakinum er at kunna feløgini um ÍSF.
Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:
- Bygnaðurin í ÍSF
- Skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum
- Etisku leiðreglurnar
- Doping
- Tryggingarviðurskiftir
- Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
- Skeiðsvirksemi
- o.a.
ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemið hjá ÍSF.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
ÍSF ferðast eisini til:
Klaksvíkar 21. mars
og var í Runavík 24. januar