Ítrótturin hevur stóran samfelagsligan týdning
Á aðalfundinum hjá ÍSF staðfesti forsetin stóra samfelagsliga týdningin, sum ítrótturin hevur. Eisini fegnaðist forsetin um fíggjarliga stuðulin frá almennu myndugleikunum, nú fleiri ítróttagreinar hava verið noyddar til, at avlýsa tiltøk og dystir orsaka av korona tiltøkunum.
Eins og í restini av samfelagnum, fylti korona-støðan eisini á aðalfundinum hjá ÍSF.
– Korona rakti alt samfelagið, og brádliga stóð sólarklárt fyri okkum, hvussu stóran týdning ítróttur í roynd og veru hevur fyri trivnaðin og fólkaheilsuna – ikki minst hjá børnum og ungum, segði Elin Heðinsdóttir Joensen forseti í ÍSF.
Hon legði dent á, at ítrótturin er eitt grundleggjandi frælsi og eitt týðandi samfelagsvirði, sum er grundvøllurin undir leiki, kapping, samveru og vinaløgum.
– Vit eru øll í sama báti í løtuni, tá talan er um avleiðingarnar av korona, men hetta virðismikla samfelagsvirðið eigur ikki at vera kroyst so nógv fíggjarliga, at talan verður um eitt beinleiðis hóttafall. Sum samfelag hava vit milt sagt ikki ráð at niðurlaga ítróttin, tí tað skerjir ein stóran part av okkara fólksliga grundvølli, staðfesti Elin Heðinsdóttir Joensen.
Ítrótturin hevur merkt fíggjarliga sviðan av korona-kreppuni, og tí kom korona-stuðulin frá landsstýrinum í gjár sera væl við. Men langt áðrenn korona-kreppuna sást ein annar fíggjarligur veruleiki í føroyska ítróttaheiminum.
Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, gjørdi greitt á aðalfundinum hjá ÍSF í dag, at sum støðan er í løtuni, so minkar stuðulin til sambondini 11 prosent, um játtanina til ítróttin ikki økist 1,5 milliónir krónur í 2021. Orsøkin er, at eingin stórur vinningur í Danske Spil er vunnin í Føroyum seinasta árið, og tí minkar inntøkan frá Sp/f Ítróttavedding.
Elin Heðinsdóttir Joensen vísti á, at tað er ein sannroyndur veruleiki, at tað kostar at senda okkara ítróttafólk út í heim at kappast sum føroyingar undir føroyskum flaggi ímóti teimum bestu.
Nevndarval og heiðursmerki
Jon Hestoy og John Kjær stóðu fyri vali á aðalfundinum. Báðir vóru afturvaldir uttan mótvalevni.
Tað er siður á aðalfundinum hjá ÍSF at lata heiðursmerki fyri arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt. Í dag fekk Oddmar Nielsen, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya silvurmerki ÍSF. Gullmerki fingu: Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya og Hjalmar Petersen, sum er fyrrverandi formaður í Ríðisambandi Føroya og dómari í hondbólti – hann var m.a. altjóða dómari saman við Kristiani Johansen í fleiri ár.