Í sambandi við ABC vikuna frá 3. – 9. oktober bjóðar ÍSF aftur í ár til opið hús í ítróttafeløgum kring landið.

Fleiri enn 20 ítróttafeløg kring landið bjóða inn til tiltøk og venjingar, og vónin er at vit fáa nógvar nýggjar gestir, soleiðis at enn fleiri føroyingar fáa gleðina av at vera virkin saman í einum felagsskapi. 

Tak skránna við lýsingum av øllum tiltøkunum hjá ÍSF niður her.

Øll skulu við

ÍSF hevur fyrr í ár almannakunngjørt eina ætlan fyri næstu fýra árini, og undir heitinum “Í felag fram ímóti felags málum” er eitt av høvuðsmálunum at vaksa um ítróttahópin og leingja um áramálið, ið fólk eru virkin. Øll skulu við, og í 2026 vóna vit, at 70% av fjøldini eru virkin í einum ítróttafelagsskapi.

“Øll skulu kenna seg sædd” í ítróttafelagsskapinum

Ígjøgnum ABC vikuna vitjar okkara kæri Piddi so nógv av ítróttatiltøkunum sum gjørligt og bjóðar øllum gestunum nýggj endurskin til myrku tíðina við boðskapinum: “Øll skulu kenna seg sædd”. 

Við hesum ynskja vit at varpa ljós á, at øll – íðkarar, venjarar, sjálvboðin og áskoðarar – øll skulu kenna seg sædd og mennast í ítróttafelagsskapinum.

Vit gleða okkum at síggjast í ABC vikuni, sum kemur.

Tak skránna við lýsingum av øllum tiltøkunum hjá ÍSF niður her

Tak alla skránna hjá Fólkaheilsuráðnum fyri ABC vikuna niður her

ENGLISH:

Come meet our sport organizations during the ABC for mentan health week (week 40). We have something for everybody and you can get an overview here.