Fríggjadagin 1. februar 2019 kl. 16:00 skipar ÍSF fyri samkomu í Smæruni í Tórshavn. Á samkomuni verða Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og heiðurskjal Poul E. Petersen avdúkaði. Endamálið við hesum átakinum er at varpa ljós á tey, sum íðka, virka og skipa fyri í vanliga gerandisdegnum úti í ítróttafeløgunum.

Heiðurskjal Poul E. Petersen:

ÍSF virðismetir alt tað stóra arbeiði, sum verður gjørt ólønt innan føroyskan ítrótt. Tí uttan øll hesi fólkini, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttini, bar hetta als ikki til. Ein og hvør kann innstilla ein persón, sum tey meta hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Ein treyt fyri at fáa heiðursskjalið er, at viðkomandi hevur tænt ítróttinum yvir eitt longri tíðarskeið.

Ársins ÍtróttaÁTAK:

ÍSF ynskir at kjósa eitt ítróttarligt átak, sum hevur skarað framúr í 2018. Ein og hvør kann innstilla eitt ítróttarligt átak, sum viðkomandi metir hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Ein treyt fyri at fáa heiðurin er, at átakið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum. Vanligar kappingar ella venjingar verða ikki roknaðar sum eitt átak undir hesum leistinum.

Ársins ÍtróttaNAVN:

ÍSF fer framyvir at kjósa eitt ítróttafólk/-lið, sum hevur skarað framúr undanfarna árið, og tí hevur uppiborið heiðurin sum ÁRSINS ÍTRÓTTANAVN. Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymir um at standa ovast á tindunum. At klatra upp á tindarnar krevur eitt miðvíst arbeiði, og krevur hetta samstundis nógva orku. Ársins ítróttaNavn skal hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi. Somuleiðis skal ársins ÍtróttaNavn hava gjørt stór framstig í síni ítróttagrein og skapt frambrot í ítróttinum.

Seinasta freist at lata inn uppskot er:

12. januar 2019

Leiðreglur, oyðubløð og annað finnast her:

Poul E. Petersen

ÁRSINS ÍtróttaÁTAK

ÁRSINS ÍtróttaNAVN