Eitt av málunum hjá ÍSF er at deila vitan um ítrótt og rørslu.
Her á Ítróttabitanum leggja vit leinkjur til almennu tiltøkinum, sum ÍSF skipar fyri.

Ráðstevnu, har vit deila vitan og geva íblástur til, hvussu vit øll kunnu skapa karmar, sum stuðla ítrótti og rørslu í felagsskapi.

Árliga Ítróttartingið er alment vitanartiltak um viðkomandi evni. Málbólkurin er almenningurin, sambond, feløg, venjarar og fakfólk.

Á Ítróttafagnaðinum heiðra vit ársins ítróttanøvn, eldsálir og felagsskap.

ÍSF á ferð eru evniskvøld kring landið, har viðkomandi evni verða viðgjørd. ÍSF er á ferð annaðhvørt ár.
Tiltøkini eru ætlað nevndarlimum, venjarum, sjálvbodnum og øðrum áhugaðum.