Ítróttabitin gevur tær vitan um ítrótt og ítróttafelagsskapin.

Í samband við, at ÍSF hevur samtykt eina strategiska langtíðarætlan fyri føroyskan ítrótt næstu fýra árini frá 2022-2026, fara vit at framleiða ymisk ljóðinnsløg og poddar um ítrótt og ítróttafelagsskapin í Føroyum. Hetta gera vit við Ítróttabitanum.

Fyrstu innsløgini, sum vit leggja út, eru brot út framløgunum hjá gestarøðarum okkara til tiltøkini, sum vit hava havt kring landið í samband við “ÍSF á ferð”.

Fylg okkum og fá vitan um ítróttafelagsskapin her.