Ítróttafrádrátturin er hækkaður úr kr. 30.000 til kr. 50.000 um árið, galdandi frá 1. januar 2020.

Frítíðarlønin er partur av skattskyldugu inntøkuni, meðan kravda eftirlønin (sum í 2020 er 6%) ikki er partur av skattskyldugu upphæddini og kann tí koma oman á tær kr. 50.000, uttan at rætturin til frádráttin dettur burtur.

GG: at fer upphæddin, íroknað frítíðarløn, uppum kr. 50.000 fellur rætturin til frádráttin burtur.

Sí meira um ítróttafrádráttin á heimasíðuni hjá Taks:
www.taks.fo/fo/borgari/fradrattur/itrottafradrattur/