Ítróttaráðgevi til Ítróttasamband Føroya

Vit leita eftir einum ágrýtnum og framfýsnum ítróttaráðgeva, sum megnar at kveikja og samskipa.

Fyri rætta persónin er talan um eitt sera fjølbroytt og avbjóðandi starv.

Sum ítróttaráðgevi hevur tú nógv samband við føroyska ítróttaumhvørvið og samfelagið sum heild. Tískil er umráðandi, at tann sum settur verður er dámligur og hevur lætt við at samskifta bæði í skrift og talu.

Sum ítróttaráðgevi kemur tú millum annað at hava ábyrgdina av:

  • Menningarsambondunum
  • Altjóða luttøku hjá Føroyum, herundir Oyggjaleikum
  • Skeiðs- og fyrilestrarvirksemi
  • Antidoping arbeiðinum
  • Tiltøkum, so sum tiltakið Ársins og Opið hús.

Vit leggja dent á, at umsøkjarin kann arbeiða sjálvstøðugt, hevur góðar málførleikar (føroyskt/enskt) og telduførleikar. Hetta í mun til samskifti í síni heild, men eisini í mun til heimasíðu og sosialar miðlar.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeiðið fer fram í vanligari arbeiðstíð. Tó skal viðkomandi sum verður settur vænta, at partur av arbeiðinum fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eins og arbeiðsbyrðan kann vera skiftandi gjøgnum árið.

Tað er ein fyrimunur, at ítróttaráðgevin hevur viðkomandi útbúgving, ítróttaligar royndir, kunnleika til og áhuga fyri ítrótti.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber.

Starvið verður lønt sambært avvarandi sáttmála.

Umsókn

Umsóknir skulu sendast til petur@isf.fo. Umsóknarfreistin er hósdagin 18. juli 2019 kl. 12.00.

Viðmerk „Ítróttaráðgevi“ í yvirskriftini á teldupostinum.

Meiri fæst at vita

um starvið við at venda sær til Petur Mittún, aðalskrivara á fartlf. 218284 ella petur@isf.fo.