Hví gevast kvinnur at íðka á høgum støði so nógv fyrr enn menn?
Gentur og kvinnur hava ikki sama fokus, tá ið tær íðka ítrótt, sum dreingir og menn. Skulu vit halda kvinnunum til ítróttin, skulu vit hugsa grundleggjandi øðrvísi, enn vit hugsa um dreingir og ítrótt. Tað var niðurstøðan á fullsetta Ítróttatinginum 2024, sum var hildi í Finsen hóskvøldið 23. mai.
Evnið ”Genturnar, kvinnurnar og tær bestu” hevði stóran áhuga hjá teimum, ið varða av ítrótti í Føroyum, og nógvir áhoyrarir og nógvar ítróttagreinar vóru umboðaðar í salinum. At áhugin var stórur hoyrdist á mongu spurningunum og viðmerkingunum, sum áhoyrararnir høvdu eftir fyrilestrarnar.
Andras Nolsøe frá ÍSF legði fyri og greiddi frá, hví hetta evnið var komi á skrá. Andras vísti til kanninga um frítíðarvanr millum føroyingar frá 2021, hendan kanningin vísir ein greiðan mun ímillum tað, sum motiverar gentur í ítrótti – og tað, sum motiverar dreingir. Hjá gentunum sæst, at tað í stóran mun eru sosialar umstøður, sum annaðhvørt fáa tær at halda fram, tá tær gerast tannáringar – ella at gevast. Hjá dreingjum hevur tað ikki sama týdning.
Hetta var eisini niðurstøðan hjá Eyðvør Klakstein, ið hevur granskað í, hví tað eru so nógvar gentur, sum gevast at spæla landsliðsfótbólt í tannárunum – í mun til dreingir. Tað vísir seg, at tað sosiala hevur alstóran týdning. Eisini hevur tað týdning, at gentunar ikki síggja nakra framtíð í ítróttinum. Tær hugsa meiri um at fáa sær útbúgving og at klára seg fíggjarliga – og tá er fótbólturin ein forðing, tí hann fer við ov nógvari tíð.
Danska ”Christina Roslyng”, sum hevur spælt á danska hondbóltslandsliðnum, hevði framløgu undir heitinum “Trivsel i præstationsmiljø”. Síðani hon gavst at spæla, hevur hon starvast sum sportspsykologisk konsulent og hevur havt samrøður, fundir, lagt strategi osfr saman við kvinnuligu landsliðsleikarunum. Endamálið var, at tað skuldi vera gott at spæla á landsliðnum. Eisini hjá kvinnum. Og har krevst eitt annað fokus, tí tað fyri kvinnurnar ikki er nóg mikið, at ítróttarligu karmarnir eru góðir. Tað skal eisini vera eitt gott, trygt og sosialt umhvørvi.
Mark Marcher frá HSF greiddi frá, at tey í nógv ár hava arbeitt fyri at geva kvinnunum júst tað sama, sum menninir fáa. Men nógv bendir á, at kvinnurnar helst ikki hava tørv á júst tí sama, sum menninir fáa. Sannlíkt hava tær tørv á onkrum heilt øðrum, fyri at trívast, mennast og halda á at spæla. Júst hvat tað er, fer HSF nú undir at kanna.
At enda var sofaprát við Marjuna Danberg, hondbóltsleikara, Ednu Mariu Debes frá frælsum ítrótti og Kristinu Nattestad frá fótbólti. Orðaskiftið var áhugavert og livandi – eitt nú um avbjóðingar hjá gentum at íðka á høgum støði, um sosiala týdningin á liðnum, um hví tær eru givnar og um hvussu tað ávirkar ítróttin, tá kvinnur fáa børn – í mun til tá menn fáa børn.
Vit takka øllum fyri luttøku og sera góðar framløgur.
Vit fingu vist øll okkurt at hugsa um.























