Í samband við ABC vikuna bjóðar ÍSF til Opið hús í SMS í heystferiuni. Møguleiki verður at royna fimleik, badminton, tennis, flogbólt, inniróður og kurvabólt. Hósdagin verður paraítróttur á skrá, og tá verður møguleiki at spæla boccia, royna hondsúkklu og sportkoyristól, eins og ítróttaráðgevi verður tilstaðar at svara spurningum.
ÍSF hevur sett sær sum mál, at vaksa um ítróttahópin við at leggja dent á rørslugleði og gleðina við ítrótti. Kom framvið og fá eina stuttliga løtu saman við eldsálum úr føroyska ítróttalívinum.
Øll fáa eisini eitt av vælumtóktu endurskinunum við áskriftini: “Øll skulu kenna seg sædd”.
Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu
Evnið fyri vikuna í ár er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. Nærumhvørvið snýr seg í hesum førinum um tey støðini, sum vit flyta okkum millum í gerandisdegnum. Nærumhvørvið kann hava neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna, men tað kann eisini í stóran mun vera sálarliga heilsufremjandi, og vit kunnu í felag ávirka sálarligu heilsuna hvørt hjá øðrum. Nærumhvørvið kann vera heimið, grannalag, arbeiðspláss, frítíðarítriv og ymisk støð í skúlanum, sum t.d. í flokkinum og fríkorterinum.
Les meira um ABC vikuna og sí alla skránna her.