ÍSF vil, at javnstøða millum kynini skal valda í mest møguligan mun í føroyskum ítrótti. Í fjør valdi starvsnevndin at taka hetta upp sum eitt fokusøki: at betra um javnstøðuna í nevndum hjá ÍSF, í sambondum undir ÍSF og í feløgunum.

Málið er, at í 2025 skal býtið í prosentum millum kynini í einstøku nevndunum í minsta lagi vera 70/30, og í 2030 60/40.

Niðanfyri eru grafar, sum vísa støðuna í 2019 og 2020. Tølini frá 2019 eru grundaði á tøl hjá 77 feløgunum, og í 2020 á tøl hjá 82 feløgum.

2020: tølini í () eru tal av feløgum fyri hvørja ítróttagrein:
Hondbólt (8), Badminton (3), Parasport (2), Dart (1), Skjóting (4), Flogbólt (7), Rógving (23), Fótbólt (18), Frælsur ítróttur (6), Fimleik (3), Boksing (1), Ríðing (3), Svimjing (3).

Í mun til málini fyri ávikavist 2025 og 2030 sær støðan í løtuni soleiðis út:

 

 

Taka vit allar nevndarlimirnar samlað verður prosentparturin menn/kvinnur = 58,6/41,4 og eru vit tá innanfyri málið fyri 2025 og øgiliga tætt við málið fyri 2030. Men enn er nakað á mál í nevndunum hvør sær.