Nevndin í Klintrisamband Føroya – Fv. Theodor Kapnas, Absalon Eysturoy og Rógvi Laksáfoss

Endamálið við Klintrisamband Føroya er at skipa og menna ítrottargreinina í Føroyum. Millum annað við at skipa fyri almennum kappingum, at útbúgva venjarar og intruktørar og at menna økið rundan um trygd í samband við Klintring.

Føroyingurin hevur langa søgu við klintring í bjørgum, fjøllum og skorðum. Alneyðuga virksemi uttandura er fyri nógv farið í søguna og ung eins og miðalaldrandi takast við annað virksemi. Sambandi ímillum gomlu serføroysku bjarga siðirnar í náttúruni er ikki neyðugtvís av. Nógv kan finnast aftur í klintringini sum ítrottargrein. 

Klintrifeløgini vaksa í tali av limum um allan heim. Klintring er ímillum tær mest vaksandi ítróttargreinar í vesturheiminum. Við seinasta OL var klintring við fyri fyrstu fer.

Føroyingar byrjaðu at klintra á nýmótans hátt í 2005, at byrja við uttandurða við at klintra drangar. Síðani blivu meiri skipaði viðurskifti við bóltaðum leiðum í stabbagrótinum í norðradali. Síðan ein minni buldrihøll í M.A Winters gøtu og seinast ein klintrihøll burturav í Havn. Uttandura leiðirnar ið eru bóltaðar fevna nú í enn størri um um Norðradal, men eisini í norðoyggjum, serliga í Eysturoynni á Nesi og Tinghellu í Rituvík og so ein fittur partur í Suðuroy sum javnan verður brúkur Ítrottarháskúlanum í Vági. Fleiri klintriveggir eru at síggja í skúlum, í komunalum økjum og onkrir í ítrottarhallum.

Í løtuni er bert eitt klintrifelag í Føroyum. Tað er Havnar Klintrifelag, sum hevur hølir niðri á “Bacalao” á vestaru bryggju. Fólk uttanum havnina eru eisini limir og felagið veitir útgerð til at byggja leiðir o.a heldir kappingar, venjingar, skeið fyri alt Føroyar.