Týsdagin 1. oktobur byrjaði Andras Nolsøe í starvinum sum ítróttaráðgevið hjá ÍSF. Andras avloysir Jarvin Feilberg Hansen, sum aftaná eini 8 ár hevur valt at finna sær nýggjar avbjóðingar.

Nýggi ítróttarágevin kemur at starvast í ÍSF húsinum í Gundadali, og verður at hitta allar gerandisdagar millum kl 8-16 á tlf: 221563 ella á telduposti andras@isf.fo.

ÍSF takkar Jarvini fyri tað megnar arbeiði hann hevur gjørt fyri føroyskan ítrótt hesi árini, og bjóðar samstundis Andrasi vælkomnum í nýggja starvinum.

Myndin: Jarvin og Andras heilsast í samband við vaktarskiftið