1. oktobur byrjar Andras Nolsøe í starvi, sum ítróttaráðgevi hjá ÍSF.
Andras avloysur Jarvin Feilberg Hansen, sum hevur verið ítróttaráðgevi seinastu árini og nú fer í annað starv.
Umframt at verða útbúgvin fysiterapeutur, er Andras eisini útbúgvin bankaatstøðingur. Seinast 6 árini hevur Andras arbeitt sum fysioterapeutur. Harumframt hevur Andras drúgvar royndir, sum ungdómsvenjari í borðtennis og fótbólti, umframt at hann hevur luttikið í nevndararbeiði í fleiri umførum, bæði í feløgum og sersambandi.
Andras er í dag formaður í Borðtennissambandi Føroya (BTSF). Í samband við, at Andras byrjar sum ítróttaráðgevi fer hann frá sum formaður í BTSF. Avtala er tó gjørd við Andras um, at hann ikki sleppur BTSF uppá fjall og tryggjar, at skifti í BTSF verður gjørt so skilagott sum møguligt. Hetta merkir, at Andras er leysur av øllum formellum tilknýti til BTSF í seinasta lagi við ársenda 2019.
Vit ynskja Andras alt tað besta í starvinum, sum ítróttaráðgevi.