Fá PULSIN upp eina ferð um vikuna 

ÍSF og Glasir eru farin í samstarv um at bjóða næmingum á Glasi eina stuttliga venjing eina ferð um vikuna. Vit kalla hesar vikuligu venjingarnar fyri PULS. 

Øll (1. 2. og 3. árs næmingar á øllum breytum) eru vælkomin at melda seg til PULS. 

Endamálið er at geva næmingum á Glasi møguleika at royna okkurt nýtt, fáa smílini fram og pulsin upp eina ferð um vikuna.

Stuttleiki og felagsskapur er á skrá til hvørja venjing, og tí brúka vit fyrstu løtuna uppá at taka væl ímóti og koma gott ígongd saman við Yngu S. Lamhauge, sum er fastur venjari til allar venjingarnar. Vit bjóða tí altíð eina frukt og vatn, áðrenn vit fara ígongd.

Til hvørja venjing fáa vit vitjan av umboðum fyri eina ítróttagrein, sum fara at skipa lættar og stuttligar venjingar fyri nýbyrjarar. Ítróttagreinarnar til heystskeiðið 2023 verða soft-tennis, bogaskjóting, kurvabóltur og inniróður.

Heystskeið 2023: PULS

Málbólkur: Øll lesandi á Glasi (1. 2. og 3. árs lesandi á øllum breytum)

Tíðarskeið: 10 venjingar (mikudagar frá 13. september 2023 til 6. desember 2023)
Tíðspunkt: Mikudag kl. 15.30 – 17.00
Stað: Ítróttahøllin á Glasi
Ítróttagreinar: Tennis, Bogaskjóting, Kurvabóltur og Inniróður

Tilmelding:  Skeiðið er ókeypis, men tilmelding krevst. Melda til her.

Øll fáa eina PULS t-troyggju.

Spurningar: Ring ella skriva til: Katrin á Neystabø, telefon 218820 og teldupostur katrin@isf.fo.