Oyggjaleikabúnin avdúkaður

ÍSF undirskrivar samstarvsavtalur

Hósdagin 11. apríl kl. 16.00 verður nýggi oyggjaleikabúnin avdúkaður á torginum í SMS, sum í hesum døgum er karmur um framsýningina ÍSF 80 ár, har ÍSF- og oyggjaleikasøgan verða víst fram. Kapping verður á torginum, har møguleiki verður at vinna nýggja búnan.

Í samband við avdúkingina av oyggjaleikabúnanum undirskrivar ÍSF eisini avtalur við fýra samstarvsfelagar.

Komandi Oyggjaleikir, sum eru teir 18. í røðini, verða á Gibraltar frá 6. til 12. juli. Umleið 150 íðkarar og leiðarar luttaka úr Føroyum. Føroyar luttaka í hesum ítróttagreinum: Frælsur Ítróttur, badminton, kurvabóltur, súkling, judo, leirdúgvuskjóting, svimjing, borðtennis, tennis og triathlon.