Kundi tú hugsa tær at førleikament teg enn meira sum venjari? At koma niður í smálutir og fáa førleikar at hava ábyrgd av venjingini í felagnum?
ÚTBÚGVING – Venjari 2:
1. vikuskiftið (23.- 25. mars 2018): Føðsla, Teknikvenjing, Ítróttasálarfrøði
2. vikuskiftið (4.- 6. mai 2018): Fysisk venjing, Konditiónsvenjing, Venjaraleikluturin, Styrkivenjing
3. vikuskiftið (26.- 27. mai 2018): Venjing svarandi til aldur, Ítróttaskaðar, Tilrættisleggjan av venjing
Stað:
ÍSF-húsið í Gundadali, Tórshavn
Tíð:
Fríggjadag kl. 18.00 – 22.00
Leygardag kl. 09.00 – 20.30 (1. vikuskiftið tó til kl. 18.00)
Sunnudag kl. 09.00 – 16.00 (3. vikuskiftið tó til kl. 17.00)
Kostnaður: Íalt kr. 4.000 íroknað mat og tilfar
Málbólkur: Venjarar og hjálparvenjarar við Venjara 1-útbúgving
Tilmelding: …fer fram við at fylla tilmeldingarskjalið út her: tilmeldingarskjal og gjaldast skal við tilmelding.
Freist: Seinasta freist at melda til er 15. februar 2018.
GG! Avboð givin 10 dagar áðrenn skeiðsbyrjan kostað 50% av uppruna-kostnaðinum og eftir tað er ikki møguleiki at fáa peningin endurgoldnan.
Tað er pláss fyri 25 luttakarum. Skeiðið verður hildið treytað av, at minst 15 luttakarar melda til.
Meira fæst at vita á ÍSF-skrivstovuni tlf. 312606 ella frá Finnbjørg á tlf. 221747/teldupost finnbjorg@isf.fo . Nærri frágreiðing um venjaraútbúgvingarnar er at finna á heimasíðuni hjá Dansk Idrætsforbund her .