Í 2016 skipaði ÍSF fyri skeiðum fyri kassameistarum og nevndarlimum. Skipað varð fyri 5 skeiðum kring landið, og vóru hesi sera væl umtókt. Ítróttasamband Føroya fer í 2018 at taka tráðin uppaftur. Undirvísarar: Finn Jensen og Jarvin F Hansen.
Skeiðini verða kl. 17.30-21.00 hesar dagar:
1. mars – í skúlanum í Trongisvági (útsett til í heyst)
15. mars – í skúlanum við Løkin (útsett til í heyst)
4. apríl – í ÍSF-húsinum (útsett til í heyst)
GG: Vegna forfall eru skeiðini útsett til í heyst (dagført 16.02.18)
Evni:
1. Bókhald og mannagongdir
2. Skattlig viðurskifti
3. Stuðulsskipanir og MVG
4. Nevndararbeiði, viðtøkur o.a.
Málbólkur:
Nevndarlimir í ítróttarfeløgum.
Hvat fært tú burturúr:
– Uppgávur og ábyrgdin hjá einum kassameistara
– Vitan um bókhald, skatt, stuðulsskipanir og MVG
– Tín leiklut sum nevndarlimur í einum ítróttarfelag.
Tilmelding:
Tilmelding ferð fram við at fylla út her: her 3 dagar áðrenn skeiðið.
Kostnaður:
200 kr., sum skal flytast á konto: 9181 151.233.3 – viðmerk «kassameistari, (felag)