Her síggjast yvirlit og grundgevingar fyri tær seks heiðurslønirnar, ið vórðu handaðar á gallatiltakinum í Müllers pakkhúsi leygarkvøldið.

Ársins ÍtróttaNAVN: Sverri Sandberg Nielsen

Tveir sigrar á World Cup stevnum, HM silvur og tryggjaða luttøkan í OL í Tokyo komandi summar, vóru høvuðsorsøkirnar til, at Sverri Sandberg Nielsen varð kosin ársins ÍtróttaNAVN 2019.

Komandi olympiski rógvarin segði millum annað í takkarøðu sínari, at viðurkenningin í Føroyum hevur stóran týdning fyri hann, og at hóast hann rør undir donskum flaggi, so kennir hann seg ernan av at umboða Føroyar á altjóða róðrarpallinum.

Heiðursskjal Poul E. Petersens: Súsanna K. Hansen, vanliga nevnd Ussa

Fyri sítt drúgva og trúfasta sjálvbodna arbeiði í hondbóltsfelagnum Kyndli, fekk Ussa handað Heiðursskjal Poul E. Petersens. Í takkarøðu sínari vísti Ussa millum annað á ta stóru gleðina hon hevur av at vera partur av felagsskapinum í Kyndli, umframt tær mongu góður upplivingarnar, sum hon hevur fingið gjøgnum sítt arbeiði í felagnum.

Heiðurin er ein hin mest forkunnugi í føroyskum ítrótti, og undan Ussu hava bert seks onnur fingið handað heiðursskjalið. Tey seks eru: Birgit Hestoy, Niels Jákup Jakobsen, Kaj Aage Troest, Jógvan á Lað, Guttormur Sørensen og Petur Hentze Niclasen.

Grundgevingin í innstillingini er hendan:

“Ussa hevur verið, og er enn, ein sera týdningarmikil partur av Kyndli. Hon er ímyndin av eini eldsál, sum hevur arbeitt ólønt nátt og dag fyri felagið í mong ár.

Ja, Kyndil hevði ikki verið nakað uttan hana.

Hon er í løtuni bæði venjari í ungdómsdeildini, hjálparfólk á besta liðnum, nevndarlimur og hevur eisini aðra ábyrgd. Hon hevur í mong ár verið tann persónurin, sum hevur verið límið í felagnum, og tað munna ikki vera mong, sum hava brúkt so nógvar tímar púra ólønt í sínum ítróttarfelag, sum Ussa. Hon hevur eisini gjørt alt, sum gerast kann í einum hondbóltsfelag.

Tí Ussa er veruliga ein eldsál innan felagið, hon brennur fyri menning av eldri og yngri leikarum, og er altíð klár at taka hond um leikararnar innan og uttan felagið. Hon er altíð at síggja við einum stórum smíli, og er sera røsk og dugnalig.

Um Ussu kann sigast, at hon hevur tænt Kyndli við góðum hugburði ígjøgnum øll hesi mongu árini, og hon hevur brúkt nógvar tímar í høllini og runt føroya land fyri at fremja hondbólt sum írottargrein.

Hon er ein ELDSÁL fyri Kyndil og hondbólt”.

Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT: Elias Ellefsen á Skipagøtu

Elias var undangongumaður á U17-hondbóltslandsliðnum, sum vann søguligan sigur í European Open kappingini í summar. Umframt at gerast toppskjútti í kappingini, varð hann eisini kosin týdningarmiklasti leikari í allari kappingini, og hesar eru orsøkirnar til, at hann nú eisini er ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT.

Eliasi barst frá at taka ímóti heiðrinum sjálvur, tí hann leygarkvøldið var á landsliðsferð í Týsklandi. Ístaðin hevði hann sent eina videoheilsan, har hann við eyðmjúkleika takkaði fyri heiðurin og vísti á stóra týdningin, liðfelagarnir hava fyri hansara persónligu avrik. Á pallinum tók abbi stjørnuskotið, Ólavur á Skipagøtu, errin ímóti heiðurslønini vegna Elias sjálvan.

 Ársins ÍtróttaFELAGI: Høgni Kunoy Dávason

Unga taekwondostjørnan varð kosin ársins ÍtróttaFELAGI fyri sín stóra innsats í felagnum Hwarang Føroyar og fyri sín leiklut í stóru framgongdini, taekwondo sum ítróttagrein hevur verið fyri seinastu árini.

Í takkarrøðuni vísti Høgni millum annað á, at tað týdningarmesta fyri hann ikki eru hansara egnu úrslit, men felagsskapurin og framgongdin innan taekwondo sum ítróttagrein.

Grundgevingin í innstillingini er hendan:

“Høgni Kunoy Dávason var einans 10 ára gamal, tá hann byrjaði sítt egna taekwondofelag (við hjálp frá foreldrum sínum). Hann hevur megnað at skapa virðing og disiplin rundan um ítróttagreinina. Venjingarstøðið er høgt, hóast hansara unga aldur.

Høgni venur fleiri lið sjálvur, fleiri ferðir um vikuna. Umframt at hann sjálvur venur til ymiskar kappingar. Høgni missir ikki eina venjing, sjálvt um hann stríðist við cf (uttan so, hann er í DK til kanningar). Hann hevur staðið við dropp, fepur og spýð til venjingar; men hóast plagaður, hevur hann hildið fast í venjingunum. Hann hevur fingið heiðursløn sum ársins venjari frá Dansk taekwondo forbund og ársins gerandishetja, og latið pengarnir farið til útgerð, so felagið kundi menna seg.

Hann hevur gingið undan og megnað at fingið 17 nýggj svørtbelti (vanliga sigur man, at ein út av 100 íðkarum fær svartbelti – her eru tað 17 út av 100). Og sum krúnan á verkið, vann hann gull við Nordisk Mesterskab. Eitt heilt fantastiska flott avrik.

Leggjast kann afturat, at hann er ein fantastiska góður venjari og lærumeistari. Hann er ambitiøsur og málrættaður. Hann er uppmuntrandi, rósandi tá tað er uppiborið – men er heldur ikki bangin fyri at siga sína meining og koma við konstruktivum kritikki”.

Ársins ÍtróttaÁTAK: Eydnudeildin Føroyar

Eydnudeildin, sum byrjaði tíðliga í 2018, vendir sær til børn, sum ikki hava møguleika fyri at spæla hondbólt saman við sínum javnaldrum. Í Eydnudeildini røra tey seg og eru partur av einum felagsskapi, har tey fáa vinir og læra nógv annað enn bert at spæla hondbólt, og hetta .

Í takkarrøðuni vísti Morten Hust Petersen, stigtakari og venjari í Eydnudeildini millum annað á, at børnini og familjur teirra skulu hava ein góðan felagsskap at vera partur av, og at tað higartil sum heild hevur gingið væl við trivnaðinum í Eydnudeildini.

Grundgevingin fyri, at Eydnudeildin varð kosin ársins ÍtróttaÁTAK er hendan:

“Eydnudeild Føroyar er eitt hondbótsfelag fyri øll børn, viđ serligum tørvi/avbjóđingum.

Eydnudeild Føroya bæði styrkir og mennir okkara børn og ungdóm, ið hava eina og hvørja avbjóðing í lívið sínum. Her fáa okkara perlur roynt seg sum ítróttarfólk, og fáa eina heilt einstandandi gleði, felagsskap og felagshald, og føla at tey eru partur av nøkrum stórum, nemliga ítróttinum í Føroyum”.

Ársins ÍtróttaSAMBAND: Taekwondosamband Føroya

Hóast Taekwondosambandið er eitt av nýggjastu menningarsambondunum, so er framgongdin og virkisfýsnið í taekwondoumhvørvinum eyðsýnt, og hetta var orsøkin til, at sambandið varð kosið ársins ÍtróttaSAMBAND 2019.

Vivian Gudjónsson tók ímóti heiðrinum vegna Taekwondosambandið, og í takkarrøðuni vísti hon m.a. á, at sambandið hevur havt nógv jørn í eldinum í 2019, og at tey somuleiðis hava stórar ætlanir fyri framtíðina.

Grungevingin í innstillingini er hendan:

“Nógv er hent hjá Taekwondosambandi Føroya í 2019.

Í januar fekk taekwondo fyrsta norðurlendska meistaran. Í oktober blivu føroyskir dómarar útbúnir, og ein og fyrsta FM í taekwondo varð hildið. Í november fingu 17 taekwondo íðkarar svørt beltir, umframt at føroyskir íðkarar vunnu trý DM í taekwondo.

Sum ein góðan enda á einum hendingaríkum ári, fekk Taekwondosamband Føroya limaskap í World Taekwondo. Limaskapurin merkir, at føroyskir taekwondoíðkarar í framtíðini kunnu kappast undir føroyskum flaggi”.