Tey innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023 eru ungir úrmælingar innan frælsan ítrótt, hondbólt og ríðing.
Ungi rennarin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivson Isaksen, hondbóltsúrmælingarnir á U19 landsliðnum hjá monnum og stórtalentið innan reiðítróttin, Rakel Brattalíð Tindskarð, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.
Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum 7 heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll, leygarkvøldið 10. februar 2023.
Jónas Gunnleivsson Isaksen
Kappingin á styttru renniteinunum á oyggjaleikunum er hørð, og Føroyar hava sjáldan havt nakran
møguleika. Men á Guernsey í summar bragdaði. Føroyski hópurin var sterkur, og Jónas rann frá allari mótstøðu og vann gull bæði í 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og sannlíkt eisini á 200 m, har tað tó miseydnaðist at taka tíðina.
Longu ein mánað seinni megnaði Jónas – bara 17 ára gamal – at gerast Evropameistari fyri U-20 við tíðini 45,86 sek. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og samstundis nýtt norðurlendskt juniormet.
Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi. Spennandi verður at fylgja menningini hjá hesum unglinginum, sum ikki bert hevur tikið føroyska, men eisini altjóða frælsa ítróttarheimin á bóli.
Fyri síni serligu evni og framúr góðu úrslit í altjóða kappingum verður Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.
***
Rakel Brattalíð Tindskarð
Í 2023 vann Rakel Brattalíð Tindskarð sær av álvara altjóða gjøgnumbrot innan reiðítrótt, tá hon kappaðist altjóða í greinini T1 fyri ung (U21) á hestinum Silas Wom Worstwald. Úrslitini vóru sera góð – og tað eru evnini hjá Rakel eisini.
Fyrsta stóra altjóða kappingin var sonevnda »Icehorse« í Herning í apríl. Rakel og Silas gjørdu bart og vunnu greitt. Í juli luttóku tey í DM, har tey aftur vunnu gull og vundu burturúr allari mótstøðu.
Síðani gekk leiðin til HM. HM í gonguløgum er sera stór kapping, har heili 17 lond luttóku í ár. Umframt Norðurlond og Týskland, ið altíð hava breiðar og dugnaligar hópar við til HM, vóru eisini stór lond sum USA, Stóra Bretland og Italia við til kappingina.
Hóast hetta var teirra fyrsta roynd í HM, megnaðu Rakel og Silas at ríða seg til silvur í finaluni fyri ung.
Hetta var fyrsta føroyska HM-heiðursmerkið í gonguløgum nakrantíð. Sostatt eiga Føroyar nú bæði danmarksmeistara, norðurlendskan meistara og HM-silvurvinnaran í gonguløgum.
Fyri síni góðu evni, sítt óvanliga áræði og síni sera góðu altjóða úrslit verður Rakel Brattalíð Tindskarð tilnevnd til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023
***
U19 landsliðið í hondbólti hjá monnum
Hóast leikararnir á U-19 eru ungir, sýna teir dygdir á øllum økjum á vøllinum og spæla sera væl saman sum eitt lið.
Í summar var liðið til HM í Kroatia, har teir gjørdust nummar átta. Millum annað vunnu teir móti Saudiarabia og stóru hondbóltstjóðunum Týsklandi og Svøríki, áðrenn teir máttu lúta við bara einum máli í fjórðingsfinaluni.
Liðið sýnir ein skjótan og framfýsnan spælstíl, viljin er óboyggiligur og vinnaraandin er eyðsýndur. Hondbóltsevnini eru framúr, og hóast Føroyar ikki hava drúgva siðvenju í altjóða kappingum á hægsta stigi, so tykjast ungu menninir púra óræddir – sama hvør mótstøðan er. Teir vilja vinna.
Avrik og úrslit hjá U-19 liðnum í 2023 hava hartil tryggjað teimum eitt fimtapláss á styrkilistanum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.
Nógvir teirra spæla longu yrkishondbólt úti í heimi, og nógvir eru eisini avgerandi leikarar á A-landsliðnum. Til EM í Berlin spældu ungu garparnir væl upp ímóti vaksnu mótstøðuni.
Fyri evni, ágrýtni og ótrúligan vinnaravilja verður U-19 landsliðið í hondbólti hjá monnum tilnevnt til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.
***