Mikudagin 30. oktober var tiltakið “Nær skal eg velja” á Reinsarínum.

Tey, ið mannaðu kjakpanelið vóru:
– Heri Ziska
– Magni Mohr
– Pætur Clementsen
– Jón Bjarnason
Maria Ziskason Nesá stýrdi kjakinum.

Evnini vóru m.a.:
Er neyðugt hjá børnum at halga seg eina ítróttagrein fyri at røkka langt? Hvussu ofta og hvussu nógv ymiskt kunnu børn og ung venja? Hvat er talent og hvussu kemur tað til sjóndar?

24. oktober var undantiltak í Runavík og seinni verður eisini farið til Vágs. Helgi Winther Olsen hevur samskipað tiltøkini vegna ÍSF.

Síggj tiltakið her:

Brellbiti frá tiltakinum 

Stroyming av tiltakinum