Vegna Úrval skipar ÍSF fyri móttøku í ÍSF-húsinum fríggjadagin 5. januar kl 15.00 í samband við, at Úrvalsstuðulin 2018 verður latin. Íðkararnir og sersambondini, sum fáa stuðul í ár, umframt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og nevndin í Úrval luttaka. 

Aðalmálini hjá Úrvali eru m.a. at:
– støðið í allari føroyskari úrvalsítrótt alsamt hækkar,
– menna og stuðla serliga evnaríkum og ágrýtnum ítróttarfólkum, sum kunnu gerast úrvalsítróttafólk,
– gera tað møguligt hjá úrvalsítróttafólki at sameina ítrótt, útbúgving og arbeiði. 

Hetta er fimta árið, Úrval letur stuðul. Í ár verður íalt latið 1 mió. kr. 

Um tit hava spuringar eru tit vælkomin, at seta tykkum í samband við Petur Mittún, aðalskrivara hjá ÍSF og skrivara hjá nevndini í Úrval, tel.nr. 218284.