Fríggjadagin 4. januar kl. 15.00 verður stuðulin úr Úrval 2019 handaður í ÍSF húsinum.
Íðkararnir og sersambondini, sum fáa stuðul í ár, umframt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og umboð fyri nevndina í Úrval luttaka.
Aðalmálini hjá Úrvali eru m.a. at:
– støðið í allari føroyskari úrvalsítrótt alsamt hækkar,
– menna og stuðla serliga evnaríkum og ágrýtnum ítróttarfólkum, sum kunnu gerast úrvalsítróttafólk,
– gera tað møguligt hjá úrvalsítróttafólki at sameina ítrótt, útbúgving og arbeiði.
Hetta er sætta árið, Úrval letur stuðul. Í ár verður íalt latið 1.284.753 mió. kr. í stuðli.
Tiltakið er alment.