Á myndini síggjast umboð fyri høvuðsstuðlarnar til ÍtróttaFAGNAÐIN 2022
f.v. Hallur Djurhuus – Varðin Pelagið, Jóhanna á Bergi – Atlantic Airways, Høgni Hansen – P/F Poul Hansen, Heðin Mortensen – Tórshavnar Kommuna, Henny á Líknargøtu – Smyril Line, Durita Nolsøe – SMS
Hjartaliga takk fyri stuðulin í sambandi við Ítróttafagnaðin 2022.
Í fimm ár hava vit støðugt arbeitt fram ímóti hesum tiltakinum. Spakuliga hava vit bygt tiltakið upp til tað, sum tað nú loksins eydnaðist okkum at bjóða føroyskum ítrótti til.
Vit halda, at Ítróttafagnaðurin hevur týdning, tí vit vita, at tað í Føroyum eru hópatals fólk innan ítróttin, sum hava heiður uppibornan. Sum brúka stóran part av síni tíð og orku fyri onnur – ella sum sjálvi arbeiða hart fyri at náa tindunum og umboða Føroyar úti í heimi.
Leygarkvøldið 4. februar, eydnaðist tað at savna 400 fólk í Norðurlandahúsinum at fagnað ítróttinum, og málið er, at vit afturvendandi skulu savna Ítróttaføroyar til eitt slíkt stórt fagnaðarhald. Afturmeldingarnar frá leygarkvøldinum hava verið framúr góðar, bæði frá teimum, sum vóru til staðar – og frá teimum, sum hugdu í sjónvarpinum.
Men einki av hesum hevði borið til, um vit ikki høvdu nakrar góðar høvuðsstuðlar.
Høvuðsstuðlarnir til ÍtróttaFAGNAÐIN 2022 vóru:
Varðin Pelagic – Atlantic Airways – P/F Poul Hansen – Tórshavnar Kommuna – Smyril Line og SMS
Her er ein av positivu viðmerkingunum, sum vit fingu eftir tiltakið. Tit eiga tøkkina uppiborna, tí uttan tykkum var eingin ÍtróttaFAGNAÐUR.
Stóra takk fyri!
”Stóra, stóra takk fyri eitt fantastiskt kvøld, leygarkvøldið. Stórt rós til tykkum, ið hava skipað fyri tiltakinum. Hatta var ein brakandi succes – besta tiltakið av slíkum slagi, sum nakrantíð hevur verið. Vónandi fer tað at bera til hjá tykkum at fáa líknandi tiltak stáplað upp á beinini aftur komandi árini.”
Páll Mohr Joensen, formaður í HB