Tað eru 11, sum stilla upp, og fimm umboð skulu manna nevndina, so hetta verður spennandi val. Formaðurin í Íðkaranevndini fær sæti í starvsnevnd ÍSF.
Sambært reglugerðini skal eitt umboð vera frá Parasport Føroyar, og tá Hávard Vatnhamar stillar upp sum einsamalt valevni fyri Parasport, er hann sjálvskrivaður limur, og skulu tí onnur 4 veljast millum hini 10 valevnini. Og sambært grein 2, stk. 2 í reglugerðini fyri Íðkaranevnd, skal javnstøða vera í nevndini.
Valið byrjar á netinum væntandi týsdagin 8. mars og endar 15. mars. Tey, sum hava valrætt, fara at fáa nærri kunning.
Hesi eru uppstilllaði til Íðkaranevndina 2022:
| Sarita Kristina Hansen | Róðrarsamband Føroya | 
| Gunnva Jacobsen | Badmintonsamband Føroya | 
| Hávard Vatnhamar | Parasport Føroya | 
| Rani Allansson Dalsgarð | Føroya Fimleikasamband | 
| Pál Joensen | Svimjisamband Føroya | 
| Torkil Veyhe | Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon | 
| Edna Maria Debes | Frælsur Ítróttur Føroya | 
| Petur Sigurð Johannesen | Judo Føroyar | 
| Kaspara Danielsen | Føroya Fimleikasamband | 
| Signhild Joensen | Svimjisamband Føroya | 
| Silja Johannesen | Judo Føroyar | 
Reglugerðin fyri Íðkaranevndina sæst her


