Hevur tú hug at førleikamenna teg, at fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár?

So er Venjari 1skeiðið hjá ÍSF nakað fyri teg – sí lýsing niðanfyri.

Skeið fyri venjarum – Venjari 1

  • Ítróttur fyri børn og ung.
  • Ítróttur og venjing
  • Ítróttaskaðar – nei takk 

ÍSF skipar regluliga fyri skeiði fyri venjarum. Hetta fyri at førleikamenna venjarar og fyri at góðskutryggja tey ítróttaligu tilboðini, sum eru til børn og ung í ítróttafeløgunum í Føroyum.

Í heyst skipar ÍSF fyri trimum venjara skeiðum runt um í landinum.

Tórshavn 30. sept. & 1. okt. – Sankta Frants skúli

Eysturoy 21. & 22. okt. – Glyvra skúli

Suðuroy 11. & 12. nov. – Porkeris skúli

Undirvíst verður leygardag kl. 9.00 – 20:30 og sunnudag frá 09:00 – 17:00

Undirvísarar eru ávíkavist Heri Ziska og Eyðstein Simonsen

Evni:
ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir.

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur:
Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:

  • Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
  • Tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
  • Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
  • Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing.
  • Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. 
  • Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Upptøkutreytir:
Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 750 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.

Tað er pláss fyri 25 luttakarum. Skeiðið verður hildið, treytað av at minst 10 luttakarar tilmelda seg.

Tilmelding:
Tilmeldingin fer fram við at fylla út tilmeldingarskjalið her: https://forms.gle/8rvB7qyX3ZwhrCQr7

Seinasta freist at melda til skeiðini er:

Tórshavn 24. septembur

Eysturoy 15. oktobur

Suðuroy 5. novembur

Meiri fæst at vita frá ÍSF-skrivstovuni tlf. 312606.