Vælumtókta skeiðið Venjari 1 eru nú aftur sett á skrá. Í vár verða skeiðini hildin:

í Runavík      8.-9. febr.           tilmeldingarfreist: 1. februar
á Tvøroyri    15.-16. febr.        AVLÝST vegna ov lítla undirtøku
í Klaksvík      7.-8. mars          AVLÝST vegna ov lítla undirtøku
í Havn           14.-15. mars       tilmeldingarfreist: 1. mars
á Sandi         25.-26. apríl       tilmeldingarfreist: 15. apríl

At menna eitt ítróttarfelag er ein týðandi liður at hava ein hóp av vælskikkaðum og -útbúnum venjarum. Hevur tú sum venjari hug at førleikamenna teg, fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár, so er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg.

Venjari 1, skeiðsinnihald:

  • Ítróttur fyri børn og ung
  • Ítróttur og venjing
  • Ítróttaskaðar, nei takk

Undirvíst verður:

leygardag kl. 09.00 til 21.00 og
sunnudag kl. 09.00 til 17.00

Evnini:
Ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir. Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt.

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur:
Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll, sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:

  • Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
  • Tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
  • Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
  • Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Upptøkutreytir:
Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 650 kr., sum skal verða goldið áðrenn skeiðsbyrjan.  Íroknað er frálærutilfar og matur. Tilmeldingin er bindandi.

Tilmelding:
…fer fram við at fylla hetta skjalið út: Tilmeldingarskjal

Seinasta freist at melda til er 14 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.

Skeiðini verða hildin treytað av nóg stórari luttøku.