Á aðalfundinum í vár tann 5. mai 2018 fer ÍSF við heiðurskjalið Poul E. Petersen’s at heiðra og viðurkenna eina eldsál, sum gjøgnum nógv ár hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt.

ÍSF heitir hervið á sersambond, ítróttarfeløg og einstaklingar um at innstilla persónar, sum tit halda hevur uppiborið heiðurin og grundgevið samstundis fyri uppskotinum. Freistin at senda inn uppskot er mánadagin 16. apríl 2018.

Send uppskotið til: isf@isf.fo

Meira um viðurkenningina sæst her