Leygarkvøldið 4. februar var Norðurlandahúsið karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri á fimta sinni. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein, og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri lokala ítróttarlívið.

Fimm heiðurslønir vórðu lætnar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.

ÍtróttaNAVNIÐ 2022 er Hákun West á Teigum, ið hevur havt eitt framúr kappingar ár, bæði á føroyska hondbóltslandsliðnum og við felagi sínum Skanderborg í bestu donsku deildini. Evnaríkið hoyvíksingurin hevur eisini nýliga, skriva undir sáttmála við eitt av teimum bestu liðunum í Týsklandi.

Hini tilnevndu vóru Knút Lützen og Kvinnuliðið hjá H71.

STJØRNUSKOTIÐ 2022 gjørdist Óli Mittún – hann vann greipuna fyri H71, spældi sínar fyrstu A-landsdystir og umboðaði Føroyar í bæði U18 og U20 EM-endaspølunum.

Óli var kosin besti spælarin í U18 EM kappingini, og harafturat skrivaði hann undir sáttmála við svenska stórfelagið Sävehof

Hini tilnevndu vóru Jónas Gunnleivsson Isaksen og Ragnheiður Ólafsdóttir Dam

FYRIMYNDIN 2022 er Jógvan K. Glerfoss í Bragdinum – hann brúkar sera stóran part av síni frítíð til ítróttin og venjingar, eins og hann setur seg inn í servenjingar av ymsum slag.

Hann leggur serliga nógva orku í tey ungu, sum við honum sum venjara røkka úrslitum, sum kunnumetast við tey í grannalondum okkara.

Saman við Jógvani vóru Róland Toftum og Hanna Erlingsdóttir Olsen, tilnevnd.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 er Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB.

Hvørja viku er skipað venjing fyri vaksin við menningartarni í HB. Talan er um átak, sum styrkir og víðkar felagsskapin, soleiðis at vaksin við menningartarni eisini eruvirkin partur av fótbóltsfamiljuni.

Í oktober vóru dreingirnir í  smálandakapping í Liktinstein, og vunnu teir B-bólkin.

Í uppskoti til besta átakið vóru eisini “Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing og Felagsliði hjá fimleikafelagnum Støkk.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022 er Fótbóltsfelagið Víkingur – felagið hevur seinastu árini sett sær stór mál og satsað uppá egið tilfeingi. Eisini er stórur dentur lagdur á breiddina, har felagsskapurin verður dyrkaður. Hetta hevur við sær, at Víkingur er tað felagið, sum hevur flestar spælarar skrásettar samanborið við fólkatalið.

Í uppskoti til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2021 vóru eisini H71 og Royn.

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Hansinu á Plógv fyri sítt ótroyttiliga, sjálvbodna arbeiði fyri róðrarfelagið í Sandavági. 

Í grundgevingini stóð m.a at Hansina hevur mong ár á baki í róðrardeildini í Sandavági. Bæði sum róðrarfólk, venjari, nevndarfólk og seinastu 35 árini sum forkvinna. 

Og hóast hon er vorðin 70 ár, so er hon enn virkin í felagnum. So seint sum síðsta summar sat hon sum róðurskvinna á fleiri stevnum. 

Ungdómsítróttur í smærri bygdunum kann vera trupul, tí tey ungu mangan leita sær av bygdini millum annað í lestrarørindum. Men Hansina hevur altíð lagt nógva orku í at gera róðrarumstøðurnar góðar sum møguligt, soleiðis at tey ungu framhaldandi tíma og vilja rógvingina. 

Hon hevur verið við til at bygt neystið, og so hevur hon lagt nógva orku í at manna barnaróðrarbátarnar og framhaldandi stimbra og menna rógvararnar. 

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Hansina á Plógv gullnál ÍSF.

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIÐ og FELAGSSKAPIN 15.000 kr í part.

NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5.000 kr í part.

Myndir frá tiltakinum 2022.

Høvuðsstuðar hjá ÍtrottaFAGNAÐINUM vóru:

Poul Hansen, Tórshavnar Kommuna, Varðin Pelagic, Smyril Line, SMS og Atlantic Airways.