Nú er møguligt at innstilla persónar, sum tit halda hevur uppiborið Heiðursskjal Poul E. Petersen 2023
Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 skulu vera inni 15. desember 2023 á midnátt. Nakrar kategoriir eru broyttar í mun til undarfarin ár.
Øll kunnu innstilla til Heiðursskjal Poul E. Petersen, umframt til Ársins: VENJARA, FELAGSSKAP og ELDSÁL. Haraftrat er ein av nýggju heiðurslønunum til eina unga eldsál 20 ár og yngri. Navnakapping verður til hesa, og heitið verður kunngjørt seinni. Sambondini og starvsnevnd ÍSF innstilla til Ársins NAVN og STJØRNUSKOT.
Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.
Heiðursskjal Poul E. Petersen
– verður latið eini eldsál, sum í ein mansaldur hevur tænt føroyskum ítrótti á fyrimyndarligan, ósjálvsøknan hátt
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla – freistin er 15.12.23