Nú er møguligt at innstilla eina eldsál, sum tit halda hevur uppiborið at verða ÍtróttaELDSÁLIN 2023

Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 skulu vera inni 15. desember 2023 á midnátt. Ársins ÍtróttaELDSÁL líkist fyrrverandi heiðurslønini Fyrimyndin.

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.

ÍtróttaELDSÁLIN

– er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari ella annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelagi seinasta árið.

Viðkomandi m.a. styrkir og stimbrar til samanhaldið í felagnum, tekur ítrótt í álvara og er góð fyrimynd, hevur jaligan hugburð og góða orku, altíð er klár/ur at hjálpa, og til at stóla v.m.

ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 10. februar 2024.

Yvirlit yvir allar heiðurslønir 2023