Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 skulu vera inni 1. januar 2023 á midnátt.

Øll kunnu innstilla til Heiðursskjal Poul E. Petersen, umframt til Ársins: FELAGSSKAP, ÁTAK og FYRIMYND.

Sambondini og starvsnevnd ÍSF innstilla til Ársins NAVN og STJØRNUSKOT.

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.

Yvirlit yvir reglugerðir, og leinkjur til innstillingarskjøl at fylla út finna tit HER

ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 4. februar 2023.