Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 skulu vera inni 15. desember 2023 á midnátt.
Øll kunnu senda inn uppskot til, hvør fyri 2023 skal vinna heiðurin sum:
- ÍtróttaFELAGSSKAPURIN
- ÍtróttaVENJARIN
- ÍtróttaELDSÁLIN
- ÍtróttaSÓLSTRÁLAN
- Og hvør skal fáa Heiðursskjal Poul E. Petersen
Sambondini og starvsnevnd ÍSF senda inn uppskot til, hvør skal verða ársins:
- ÍtróttaNAVN
- ÍtróttaSTJØRNUSKOT
Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.
Yvirlit yvir allar heiðurslønir 2023 – saman við leiðreglunum og leinkjur til innstillingarskjølini.