Nú er møguligt at innstilla eitt felag ella Samband, sum tit halda hevur uppiborið at verða ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023

Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 skulu vera inni 15. desember 2023 á midnátt. Nakrar kategoriir eru broyttar í mun til undarfarin ár.

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN

  • er eitt samband ella felag undir ÍSF, sum hevur skarað framúr farna árið. Hetta er ein vælvirkandi og sunnur felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir eitt gott og mennandi umhvørvi fyri síni limafeløg ella íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin o.o. í ítróttinum. FELAGSSKAPURIN ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 10. februar 2024.

Yvirlit yvir allar heiðurslønir 2023