Nú er møguligt at innstilla eina eldsál, sum tit halda hevur uppiborið at verða ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2024
Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 skulu vera inni 16. desember 2024 á midnátt.
Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.
ÍtróttaSÓLSTRÁLAN
– er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum kenna seg vælkomin, sædd og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum. Sostatt leggur SÓLSTRÁLAN lunnar undir tann góða felagsskapin.
SÓLSTRÁLAN stimbrar undir rørslu- og ítróttargleðina hjá hinum og lyftir tey, bæði tá gongur við og tá tað gongur ímóti. Hon lýsir upp, tá ið lagið er ringt, tá ið venjingin er hørð, og tá ið úrslitini ikki eru sum ætlað.
SÓLSTRÁLAN roynir at fáa øll við – bæði til venjingar og kappingar, men eisini í sosiala lívinum uttanfyri ítróttin. Har íðkarar fungera væl sosialt, halda tey ungu fram í ítróttinum í longri tíð. Tískil vigar týdningurin, sum SÓLSTRÁLAN hevur fyri samanhaldið, eisini tungt í samlaðu metingini.
Í grundgevingunum kunnu tit greiða frá, hvussu viðkomandi, sum tit skjóta upp, eitt nú:
- Er ein góð fyrimynd
- Hevur jaligan hugburð og góða orku
- Fær øll at kenna seg vælkomin
- Skapar gott lag – eisini tá ið tað gongst illa
- Á serligan hátt styrkir og stimbrar samanhaldið í felagnum
- Skapar gott vinarlag á liðnum ella í felagnum
Øll kunnu innstilla (freistin er 16.12.24)
ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 1. februar 2024.