Nú kunnu sambondini innstilla ein ungan íðkara, sum tey halda hevur uppiborið at verða ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023
Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 skulu vera inni 15. desember 2023 á midnátt.
Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu uppskotini, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.
ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ
– er eitt ungt ítróttafólk ella -lið, sum hevur skarað framúr og gjørt vart við seg í síni ítróttagrein undanfarna árið. Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT arbeiðir hart og miðvíst at røkka sínum málum hóast ungan aldur, og hevur víst potentiali til at náa høgum støði altjóða í nærmastu framtíð.
- Leiðreglur
- Sambondini og starvsnevnd ÍSF kunnu innstilla (freistin er 15.12.23)
ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 10. februar 2024.