Ítrótturin & Eg
Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
– Ert tú limur í ítróttarfelag?
– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Eisini tey klønu mugu røra seg
Kringvarpsstjórin Annika Mittún Jacobsen er útbúgvin Cand. merc. dat. á handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Áðrenn hon í 2008 gjørdist stjóri fyri kringvarpið, var hon leiðari í menningardeildini hjá Eik Banka.
“Eg svimji tvey kvøld um vikuna á rørsluliðinum hjá Havnar Svimjifelag”.
“Harvið eri eg eisini limur í Havnar Svimjifelag”.
“Eg gjørdi ongantíð tað stóra við ítrótt sum barn, og var tí ikki limur í nøkrum ítróttafelag – tó hevur mær altíð dámað væl at svimja”.
“Eg haldi, at ítróttur og rørsla hevur stóran týdning fyri samfelagið. Tað er av týdningi at øll røra seg. Eg haldi, at tað er keðiligt at tað at røra seg verður tvinnað beinleiðis saman við vektina hjá fólki. Eg hoyri onkuntíð fólk – kanska serliga børn – siga, at tey tíma ikki at røra seg, tí tey eru nóg kløn. Hetta er ikki rættur hugburður. Eisini hjá teimum klønu er alneyðugt at røra seg fyri at varðveita lívsgóðskuna”.